Ári Mohr Jónsson gjørdi einsamalla málið tá føroyska U21-landsliðið týsdagin vann 1-0 ímóti Montenegro
– Hetta var fantastiskt. Vit vinna og tað ger tað absulut ikki verri, at eg skoraði einasta málið í dystinum, segði ein ovurfegin Ári Mohr Jónsson, eftir at U21-landsliðið hevði vunnið 1-0 ímóti Montenegro.

Við framúr stríðsvilja og góðum fótbóltsspæli vann føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í hesari undankappingini. Einsamalla málið í dystinum skoraði Ári Mohr Jónsson, ið spælir við danska Superliga felagnum, Silkeborg IF, tá umleið hálvur tími var spældur.

Sum heild var talan um ein javnan dyst, við fáum málmøguleikum. Seinastu løtuna royndi Montenegro at leggja størri trýst á føroyska málið, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð.

Samstundis sum Føroyar og Montenegro spældu á Svangaskarði, tók oddaliðið í bólkinum, Týskland ímóti Rumenia. Týskarar vóru eirindarleysir og vunnu 8-0.

Endaliga støðan í bólki 6:
1. Týskland, 20 stig
2. Rumenia, 12 stig
3. Montenegro, 11 stig
4. Írland, 8 stig
5. Føroyar, 4 stig