Fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin hjá føroyska U21-landsliðnum ímóti Makedonia eru byrjaðar. Dysturin verður í Gundadali fríggjadagin kl. 19:00
Venjararnir hjá føroyska U21-landsliðnum, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava 22 mans til venjingar, sum í hesum døgum fyrireika seg til EM-undankappingardyst ímóti Makedonia. Dysturin verður í Gundadali í Havn fríggjadagin 1. juni, kl. 19:00.

Føroyska U21-landsliðið hevði sína fyrstu venjing á Ovara Vølli í Gundadali týsdagin. Mikudagin verður vant tvær ferðir, og hósdagin er ein venjing á skránni.

Liðskiparin smáskaddur
Sum heild eru allir leikararnir væl fyri, og klárir til uppgávuna ímóti Makedonia. Tó hevur liðskiparin, Viljormur Davidsen, ikki vant við fullari ferð enn. Viljormur, ið til dagliga spælir fyri danska 2. deildarliðið FC Fyn, fekk ein lítlan snudd í lærið seinasta sunnudag, í dysti móti FC Svendborg. Men skaðin hjá føroyska liðskiparanum er neyvan so mikið álvarsamur, at hann ikki verður klárur til dystin ímóti Makedonia.

Makedonar venja í Brøndby
11. november í fjør spældu Makedonia og Føroyar fyrra undankappingardystin í hesari kappingini. Ta ferðina vunnu makedonar tepurt, úrslitið gjørdist 1-0 til Makedonia. Einsamalla málið skoraði Samir Fazli fáar minuttir fyri hálvleik.
Makedonska U21-landsliðið kemur til Føroyar hósdagin. Fyrireikingarnar hjá teimum fara fram í Danmark, har makedonar venja á graslíkisvøllinum hjá Brøndby IF.

U21-landsdysturin millum Føroyar og Makedonia verður á Ovara Vølli í Gundadali í Havn, fríggjadagin kl. 19:00. Kostnaðurin er 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.


Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen

Støðan í Bólki 4