Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, sum 7. september skal spæla móti Póllandi á útivølli
Fríggjadagin 7. september fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá Pólland tekur ímóti í Lubin í Póllandi.
Tá Føroyar og Pólland spældu á Tórsvølli í november í fjør, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Føroysku málskjúttarnir vóru Meinhard Egilsson Olsen og Bjarni Petersen.
Tá sá annars leingi út til, at Føroyar fóru at fáa fulla úrtøku móti póllendingunum, men tá fýra minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina, javnaði Pólland.
Eli Hentze hevur úttikið 18 spælarar til dystin móti Póllandi, og teir, ið hava fingið landsliðsboð hesaferð, eru hesir:
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, Skála
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Erlendur Magnusson, B36
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup Biskupstø Andreasen, KÍ
Benjamin Heinesen, B36
Dan í Soylu, HB
Steinbjørn Olsen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, B36
Búi Egilsson, TB/FCS/Royn
Jákup Ludvig Thomsen, FH (ICE)