Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið 20 leikarar til U21-undankappingardystin móti Týsklandi, sum verður á Tórsvølli 6. september

Smávegis broytingar eru framdar í føroyska U21-landsliðshópinum, í mun til dystin móti Írlandi, ið varð spældur á Svangaskarði herfyri.

Tríggir leikarar, ið annars hava verið fastir í U21-hópinum seinastu dystirnar, verða ikki við ímóti Týsklandi tann 6. september.

Málverjin Kristian Joensen er úttikin til A-landsliðið, og Poul Ingason verður partur av U19-landsliðnum, sum um sama mundi sum U21 spælir móti týskarum, skal spæla tríggjar EM-undankappingardystir í Makedonia. Triðji leikarin, ið ikki er úttikin hesaferð er Árni Frederiksberg, ið er leikbannaður.

Landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, hava samstundis valt at úttaka 20 leikarar til dystin móti Týsklandi. Nýggir í hópinum eru Teitur Matras Getsson, HB, Jóhan Jacobsen og Heðin Klakstein, KÍ, Leivur Joensen, ÍF og Teitur Justinussen, TB.

Føroyski hópurin:
Teitur Matras Gestsson, HB
Hallgrím Hansen, ÍF
Bárður Hansen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Hørður Askham, B36
Andras Brixen Vágsheyg, NSÍ
Pál Mohr Joensen, HB
Beinir Ellefsen, AB
Leivur Joensen, ÍF
Rene Shaki Joensen, Brøndby IF (DK)
Bogi R. Petersen, ÍF
Rógvi Joensen, TB
Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur
Ivan Joensen, KÍ
Jóhan Jacobsen, KÍ
Heðin Klakstein, KÍ
Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF
Teitur W. Justinussen, TB
Gilli Sørensen, B36
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur

Føroyska U21-landsliðið hevur spælt tríggjar dystir í hesari undankapping. Í fyrsta dystinum spældi føroyska liðið javnleik 2-2 móti Rumenia, og síðani bleiv tað til eitt 0-3 tap fyri Makedonia. Og fyrr í hesum mánaðinum tapti føroyska liðið 4-1 á heimavølli móti Írlandi.

Fyri týska U21-landsliðið er dysturin móti Føroyum fyrsti dystur í hesari undankapping.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Týskland verður á Tórsvølli fríggjadagin 6. september, kl. 19:45.