Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið føroyska U21-hópin til undankappingardystin ímóti Rumenia 5. mars
Mikudagin 5. mars skal føroyska U21-landsliðið í eldin aftur, tá føroyska liðið skal spæla næstseinasta dystin í hesari EM-undankappingini, sum verður á útivølli ímóti Rumenia.
Í hesum sambandi hava U21-venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham úttikið hesar 18 leikararnar:
Kristian Joensen, NSÍ
Hallgrím G. Hansen, ÍF
Bárður Hansen, Víkingur
Hørður Askham, B36
Robert Heðin Brockie, B36
Pál Mohr Joensen, HB
Beinir Ellefsen, AB
Sørmundur Á. Kalsø, KÍ
Rene Joensen, HB
Rógvi Joensen, TB
Bogi R. Petersen, ÍF
Tróndur Jensen, HB
Brandur H. Olsen, FC København
Heðin Hansen, Víkingur
Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF
Árni Frederiksberg, NSÍ
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur
Poul Ingason, TB
7. juni í fjør spældu Føroyar og Rumenia javnleik 2-2 á Svangaskarði. Gunnar Zachariassen og Poul Ingason skoraði føroysku málini.