Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið U21-landsliðið, sum um tvær vikur tekur ímóti Danmark á Ovara Vølli í Gundadali
Mikudagin 15. august, klokkan 19:00, spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í hesari undankappingini. Dysturin er ímóti Danmark, og verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali.

Venjararnir Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið 22 leikarar til dystin ímóti dønum.

Málverjar:
Teitur Gestsson, HB
Hans Jørgensen, B68

Verjuleikarar:
Viljormur Davidsen, NSÍ
Erling D. Jacobsen, Víkingur
Rógvi S. Holm, HB
Høgni Eysturoy, B36
Jan Ellingsgaard, ÍF
Bárður Hansen, Víkingur
Sørmundur Á. Kalsø, KÍ
Gustav Sørensen, Næstved (DK)

Miðvallarar:
Karl Løkin, ÍF
Róaldur Jakobsen, B36
Heini Vatnsdal, FC Suðuroy
Andre Olsen, B68
Árni Frederiksberg, NSÍ

Framherjar:
Gilli Sørensen, TB
Dánjal á Lakjuni, ÍF
Páll Klettskarð, KÍ
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Kaj Leo í Bartalstovu, Víkingur
Dánjal Rói Olsen, B36
Gunnar Zachariassen, B36

Fýra leikarar eru úttikinir hesuferð, sum ongantíð áður hava umboðað føroyska U21-landsliðið. Teir eru Dánjal Rói Olsen, B36, Bárður Hansen, Víkingur, Árni Frederiksberg, NSÍ og Gustav Sørensen, ið til dagliga spælir við danska felagnum Næstved.