Í kvøld klokkan 19:00 tekur føroyska U21-landsliðið ímóti Danmark í EM-undankappingardysti á Ovara Vølli í Gundadali
Føroyska U21-landsliðið hevur síðani sunnudagin verið savnað á Hotel Føroyum, har liðið hevur fyrireika seg til seinasta undandystin í hesari kappingini.

Sunnudagin var løtt venjing á skránni, har nakrir av leikararnir hugnaðu sær við bóltinum, meðan aðrir fingu viðgerð, eftir at flest allir høvdu spælt dyst í Effodeildini fríggjadagin og leygardagin.

Mánadagin var vant fyrrapartin, og aftaná døgurða fóru leikararnir ein túr í býin. Mánakvøldið fekk U21-landsliðið vitjan av Sjúrður Skaale, skemtara og fólkatingslimi, sum við framúrskarandi skemti rúnarbant leikararnar við søgum og øðrum, í samband við brakið ímóti dønum.

Týsdagin var venjing fyrrapartin, har dystarstøður vórðu tiknar fram og formurin fínpussaður. Aftaná døgurðan á hotellinum, varð vitjað á Landssjúkrahúsinum, har millum annað bleiv vitjað á Barnadeildini.

Teir fyrstu 11 ímóti Danmark
Nú, fáar tímar undan dystarbyrjan, verður seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til dystin ímóti Danmark, og venjararnir, Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava sett nøvn á teir ellivu, sum byrja í kvøld.

Hans Jørgensen verður í mál, meðan Viljormur Davidsen, Erling Jacobsen, Rógvi Holm og Bárður Hansen verða í verjuni. Miðvøllin manna Gilli Sørensen, Karl Løkin, Róaldur Jakobsen og Klæmint A. Olsen, meðan frammi í álopinum verða Dánjal Rói Olsen og Páll Klettskarð.

Á bonkinum verða Teitur M. Gestsson, Jógvan Isaksen, Dánjal á Lakjuni, Kaj Leo í Bartalstovu, Jan Ellingsgaard, Sørmundur Kalsø og Gustav Sørensen.

Rás2 fer at siga beinleiðis frá dystinum í Gundadali millum Føroyar og Danmark. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19:00.