Eli hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið teir 20 spælararnir, ið skulu dystast við Georgia á heimavølli týsdagin 10. oktober
– Vit stórfegnaðust um 1-1 javnleikin í Finnlandi, men nú er tann dysturin søga. Týsdagin 10. oktober er mótstøðuliðið Georgia, og ætlanin er sjálvandi, at okkara ungu menn skulu finna fram somu dygdir frá seinasta dysti, har avrikið var heilt í topp, sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari.
Fyrireikingarnar hjá føroyska U21-landsliðnum til EM-undankappingardystin ímóti Georgia eru so smátt farnar í gongd. Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, hava úttikið 20 spælarar til komandi dyst, og sambært venjaranum er talan um ein sterkan hóp.
– Tað er gleðiligt at staðfesta, at vit hava ein sterkan hóp, og at heilt nógvir spælarar eru í ovastu deildunum, sum bíða eftir møguleikanum at sleppa inn í U21-hitan, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
Georgia hevur bara spælt ein dyst higartil í hesari undankappingini. Tá var talan um 3-0 tap á heimavølli ímóti Póllandi. Fýra dagar áðrenn dystin ímóti Føroyum, spæla georgiarar á útivølli ímóti Danmark.
Føroyski hópurin sær soleiðis út
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, NSÍ
Ari Olsen, Skála
Benjamin Heinesen, B36
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Erlendur Magnusson, B36
Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Hákun Edmundsson, Skála
Daniel Johansen, HB
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Jann J. Benjaminsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard E. Olsen, B36
John J. Frederiksen, 07 Vestur
Jákup Ludvig Thomsen, Thisted FC (DEN)
Búi Egilsson, TB/FCS/Royn