FSF hevur avgjørt, at U21-landsdystirnir ímóti Rumenia og Írlandi seinni í summar verða spældir á Svangaskarði

Fótbóltssamband Føroya hevur nú avgjørt, at EM-undankappingardystirnir hjá føroyska U21-landsliðnum á heimavølli ímóti Rumenia og Írlandi skulu spælast á Svangaskarði.

Á sumri í fjør varð nýtt graslíki lagt á norðara vøllin á Svangaskarði, umstøðurnar kring vøllin vórðu nýtímans gjørdar, og um eina góða viku ella so, verða nýggju ljósmastrarnar væntandi tiknar í brúk.

EM-undankappingardysturin ímóti Rumenia verður spældur fríggjadagin 7. juni, kl. 17:45, meðan dysturin ímóti írum verður mikukvøldið 14. august, kl. 19:00.

Kostnaðurin fyri at síggja U21-landsdyst á Svangaskarði verður 50 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn.

Í alt skal føroyska U21-landsliðið skal spæla seks undankappingardystir í ár, tríggjar á heimavølli og tríggjar á útivølli, meðan tveir dystir eru á skránni í 2014.

Umframt dystirnar ímóti Rumenia og Írlandi, skal føroyska liðið møta Montenegro tann 12. juni, Týskland vitjar 6. september. 15. oktober skal føroyska U21-landsliðið møta Týsklandi í útivølli, og ein mánað seinni tekur Írlandi ímóti Føroyum.

Dystirnir í 2014 verða ímóti Rumenia og Montenegro. 5. mars komandi ár taka rumenar ímóti føroyska U21-landsliðnum, og 9. september vitjar Montenegro í Føroyum.

EM-endaspælið fyri U21-landslið verður í Kekkia í 2015.