Stórar partar av dystinum var føroyska U21-landsliðið væl við, men tá avtornaði vunnu írar 5-2 ímóti Føroyum, sum eisini var støðan í hálvleikinum
Føroyska U21-landsliðið spældi fríggjadagin seinasta dystin í hesum árinum, tá Írland tók ímóti á The Showgrounds í Sligo í Írlandi.

Longu tá liðini fóru til hálvleik, var støðan 5-2 til írar, og eftir steðgin komu ikki fleiri mál. Sostatt vann Írland eisini seinna dystin ímóti Føroyum við trimum málum, hóast munurin á liðunum ikki var so stórur.

Írar komu sera væl frá byrjan, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 3-0 til Írland.

Men ein minutt eftir triðja málið hjá írum, minkaði Gunnar Zachariassen um munin. Lítla løtu seinni dømdi kasakstanski dómarin brotsspark til Føroyar, og úr ellivu metrum skoraði Gunnar Zachariassen sítt næsta mál, og so var spenningur aftur í dystinum.

Írar vildu tað tó øðrvisi, og seinatu minuttirnar áðrenn steðgin økti Írland til 5-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.

Føroyska U21-landsliðið hevur nú tveir dystir eftir í hesari undankapping. Í mars mánaða komandi ár skal føroyska U21-liðið spæla útidysti ímóti Rumenia, meðan Montenegro kemur á vitjan í Føroyum í september.

Støðan, Bólkur 6