Hósdagin klokkan 16:00 spæla Føroyar og Danmark U21-landsdyst á Tórsvølli. Sambært venjaranum, so hava danir væntandi eitt betri lið, men tað er ikki altíð at tann størri vinnur

– Setningurin á Tórsvølli hósdagin millum klokkan fýra og seks er púra greiður: Okkara sterka U21-lið fer at geva alt og meira afturat. Fortreytin fyri at skapa úrslit á altjóða pallinum er fyrst og fremst tengt at avrikinum frá hvørjum einstøkum spælara á vøllinum. Ein fyri allar, og allir fyri ein.

 

Soleiðis sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, undan dystinum ímóti dønum, sum verður á Tórsvølli hósdagin klokkan 16:00.

 

Í undankappingini til EM 2013 vóru Føroyar og Danmark í sama bólki, og tá eydnaðist føroyska liðnum at fáa eitt stig ímóti dønum. Á Ovara vølli í Gundadali tann 15. august í 2012 endaði við javnleiki 1-1. Stutt fyri hálvleik skoraði Simon Makienok fyri danir, men tríggjar minuttir undan leikloki javnaði Róaldur Jakobsen fyri Føroyar.

 

Fyrri dysturin varð spældur í Ålborg í oktober árið fyri. Úrslitið ta ferðina gjørdist 4-0 til Danmark.

 

– Vit nýtast ikki at goyma veruleikan, at Danmark hevur eitt betri fótbóltslið enn okkara, men søgan fortelur okkum aftur og aftur, at tann størri vinnur ikki hvørja ferð. Hetta er stóribeiggi, ið kemur á vitjan, og vit gleða okkum.

 

– Serligu viðurskiftini millum føroyingar og danir setir sjálvsagt sín dám á slíkan EM-undandyst, men tá ið dómarin floytar, er hetta ein fótbóltsdystur sum allir aðrir. Vit fara at geva alt og meira afturat, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

 

Ókeypis atgongd verður til U21-landsdystin millum Føroyar og Danmark, sum byrjar klokkan 16:00.