Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava sett føroyska U21- liðið, sum í kvøld kl. 19:45 byrjar á vøllinum ímóti Týsklandi
Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, ið standa á odda fyri føroyska U21-landsliðnum, hava sett navn á teir fyrstu ellivu, sum í kvøld kl. 19:45 byrja á føroyska liðnum í U21-landsdystinum móti Týsklandi.
Teitur M. Gestsson verður í málinum, og í verjuni verða Bárður Hansen, Andras Brixen Vágsheyg, Hørður Askham og Beinir Ellefsen.
Á verjukenda miðvøllinum verða Rógvi Joensen og Bogi Reinert Petersen, og nakað frammanfyri teir verða Ari Ellingsgaard, Ivan Joensen og Gilli Sørensen.
Frammi í føroyska álopinum verður Gunnar Zachariassen.
Í mun til seinasta dyst hjá føroyska U21-landsliðnum, sum var ímóti Írlandi, hava venjararnir av ymiskum orsøkum verið noyddir at gjørt fimm broytingar á liðnum, nú Týskland vitjar í Føroyum.
U21-undankappingardysturin millum Føroyar og Týskland á Tórsvølli byrjar kl. 19:45. Atgongumerkjakostnaðurin er einans 50 krónur.