Tað gjørdist til eitt greitt tap fyri føroyska U21-landsliðnum, tá Írland var á vitjan á Svangaskarði. Úrslitið bleiv 4-1 til írar

Tað var annars føroyska liðið, ið kom betri frá byrjan, tá Gilli Sørensen í 14. minutti legði Føroyar á odda. Eitt mistak í írsku verjuni endaði við, at Gunnar Zachariassen legði bóltin fyri føturnar á føroyska liðskiparanum, Gilla Sørensen, og so var 1-0 til Føroyar.

Fyrstu løtuna hevði føroyska liðið tamarhald á dystinum, men sum fráleið tóku gestirnir yvir, og tá fyrri hálvleikur var komin í helvt, stóð á jøvnum 1-1.

Eftir steðgin stýrdi Írland dystinum, meðan føroysku leikararnir høvdu tað trupult móti stóru og sterku írunum. Og tað var eisini fult í tráð við leikgongdina, at Írland skoraði trý mál í seinna hálvleiki, og vunnu til endans 4-1.

Næsti dystur hjá føroyska U21-landsliðnum verður 6. september, tá Týskland kemur á vitjan í Føroyum.