Føroyska U21-landsliðið leveraði enn einaferð eitt frálíkt avrik á heimavølli. Hóast Føroyar taptu 3-0 móti einum sterkum týskum liði, má føroyska avrikið metast sum góðkent móti týsku yvirmaktini
Tað man vera langt síðani, at eitt so skjóttleikandi og bólttrygt landslið, sum tað týska U21-landsliðið, hevur vitjað í Føroyum. Við skjótum flytingum og avleveringum, vístu týskarar, at yngra ættarliðið av týsku heimsstjørnunum er sterkt og spælir tann eyðkenda týska fótbótlin.
Hóast Týskland kom á odda longu eftir sjey minuttir, við máli sum Moritz Leitner gjørdi, tá týskararnir við kvikum spæli fóru ígjøgnum teirra høgru síðu, so fullu okkara als ikki í fátt.
Føroyska liðið spældi til tíðir væl, og fleiri ferðir var nær við, at tað gjørdist heilt vandamikið frammanfyri týska málið. Kortini vóru tað týskararnir, ið høvdu bóltin meginpartin av tíðini, tó uttan at spæla seg til teir heilt stóra málmøguleikarnar.
Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrri, tí longu sjey minuttir eftir hvíldina økti Týskland til 2-0, tá innskifti Jonas Hotmann setti bóltin í føroyska málið.
Allan dystin stríddust føroysku leikararnir væl, men tá tað nærkaðist endanum, var orkan upp. Hetta hevði við sær, at seinastu minuttirnar av dystinum gjørdust týsku álopini næskari og næskari. Kortini var tað ein verjuvillu ið førdi til, at Týskland fekk triðja málið, sum Leonardo Bittencourt skoraði.
Heilt ímóti endanum var tó nær við, at føroyska liðið fekk minkað um munin. Men seinasti neyvleikin væntaði, og so endaði dysturin 3-0 til Týskland.
Føroyska liðið:
1. Teitur M. Gestsson – 2. Bárður Hansen, 5. Andras Brixen Vágsheyg, 4. Hørður Askham, 3. Beinir Ellefsen – 6. Rógvi Jonesen, 8. Bogi R. Petersen – 9. Ari Ó. Ellingsgaard (13. Pál Mohr Joensen 84m), 11. Ivan Joensen (12. Heðin Klakkstein 60m), 7. Gilli Sørensen (c) – 10. Gunnar Zachariasen (15. Sørmundur Kalsø m).
Eykaleikarar: 16. Hallgrímur Hansen (m), 14. Jóhan J. Jacobsen, 17. Eli F. Nielsen og 18. Teitur W. Justinussen
Týska liðið:
1. Bernd Leno – 13. Erik Durm, 4. Mattias Ginter, 5. Shkodran Mustafi, 3. Harvin Plattenhardt (15. Micheal Vitzthum 82m) – 22. Øskan Yildirim.
8. Leon Goretzka – 9. Kevin Volland (c), 10. Moritz Leitner, 19. Amin Younes (7. Leonardo Bittencourt 60m)- 17. Phillip Hofmann (21. Jonas Hofmann 46m)
.
Eykaleikarar: 25. Marc – Andre Ter Stegen, 2. Antonio Rudiger, 16. Robin Knoche, 18. Nico Schulz;
Málini:
Moritz Leitner 7 min.
Jonas Hofmann 52 min.
Leonardo Bittencourt 80 min
Gult kort: Føroyar: Bogi Reinet Petersen, Heðin Klakstein (77).
Týskland: Moritz Leitner,
689 áskoðarar