FSF Varpið: Vegna keðiliga veðurforsøgn er avgerð tikin um, at U21-landsdysturin millum Føroyar og Litava ikki verður á Svangaskarði, men er fluttur á Tórsvøll í staðin

Mangan verður sagt, at veðrið má sær sjálvum ráða, og soleiðis verður eisini komandi dagarnar. Og veðurforsøgnin fyri fríggjadagin og leygardagin sær einki serlig út. Boðað verður frá nógvum vindi, og heldur ivasomum fótbóltsveðri.

 

Fótbóltssamband Føroya hevur tí tikið avgerð um, at U21-landsdysturin millum Føroyar og Litava, sum skuldi verða á Svangaskarði fríggjadagin 12. oktober klokkan 17:00, í staðin verður spældur á Tórsvølli fríggjadagin klokkan 17:00.

 

FSF hevur verið í samband við veðurkøn, og tey flestu eru á einum máli um, at frægast er at dysturin verður í Gundadali.

 

Føroyska U21-landsliðið hevur fyrireikað seg væl til dystin móti Litava, og meðan teir vandu á Ovara vølli í Gundadali á middegi mikudagin, fekk FSF Varpið orðið á Eli Hentze, U21-landsliðsvenjara.