Lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping fyri U21-landslið hevur verið í dag. Føroyar komu í bólk 7 saman við Týsklandi, Russlandi, Finnlandi, Aserbaijan og Eysturríki
Nú er greitt hvørjum føroyska U21-landsliðið skal spæla ímóti, í komandi EM-undankapping. Føroyar eru í bólki 7, saman við Týsklandi, Russlandi, Finnlandi, Aserbaijan og Eysturríki. Fyrsti dystur verður á heimavølli 15. juni í ár, tá Aserbaijan kemur á vitjan í Føroyum

– Hetta bleiv ein spennandi, men samstundis avbjóðandi bólkur fyri okkum. Vit hava fyrr vunnið ímóti Russlandi og Aserbaijan, og hava eisini staðið okkum væl ímóti Týsklandi, so eg havi góðar vónir. Tað sigur Bill McLeod Jacobsen, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum.

Beint eftir at lutakastið var avgreitt, settu londini seg saman at samráðast um leikskránna, og endin bleiv, at føroyska liðið spælir fýra dystir í ár, og seks dystir í 2016.

– Tað vísir seg oftani, at føroyska liðið stendur seg betur seinna árið í einari undankapping, og tí løgdu vit okkum eftir at spæla fleiri dystir í 2016. Somuleiðis royndu vit at sleppa undan at spæla dystir við ov stuttum millumbilum, og tað hepnaðist eisini væl. So nu eru vit spentir at fara í gongd, sigur Bill McLeod Jacobsen.

Leikskráin:
15-06-2015 Føroyar-Aserbaijan
08-09-2015 Finnland-Føroyar
13-10-2015 Føroyar-Týskland
12-11-2015 Russland-Føroyar

2016:
25-03-2016 Týskland-Føroyar
29-03-2016 Eysturríki-Føroyar
02-06-2016 Føroyar-Finnland
01-09-2016 Føroyar-Russland
06-09-2016 Aserbaijan-Føroyar
07-10-2016 Føroyar-Eysturríki

– Komandi vetur fara vit at venja miðvíst fram ímóti dystunum, ið skulu spælast í mars, so U21-leikararnar koma at vera í gongd alt árið, sigur Bill McLeod Jacobsen at enda úr Nyon í Sveis, har lutakastið hevur verið.

EM-endaspælið fyri U21-landslið verður í Póllandi í 2017.