U21-landsliðsvenjararnir hava úttikið Andras Brixen Vágsheyg til dystin ímóti Írlandi, ístaðin fyri Beinir Ellefsen, ið hevur givið avboð vegna skaða
Komandi fríggjadag spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í hesum árinum, tá útidysturin ímóti Írlandi er á skránni.

U21-liðið hevur vant á Tórsvølli síðani landskappingin endaði, og sum heild eru føroysku leikararnir væl fyri, undan dystinum ímóti írum.

Kortini hava venjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham verið noyddir at gjørt eina skifting í hópinum beint fyri fráferð.

Beinir Ellefsen úr AB hevur givið avboð vegna skaða, og í staðin hava U21-venjararnir sent boð eftir miðverjanum úr NSÍ, Andras Brixen Vágsheyg.