– Hetta er avgjørt besta liðið í okkara bólki, sigur Heðin Askham, annar av føroysku U21-venjarunum, um týska U21-landsliðið, sum vitjar á Tórsvølli í annaðkvøld
Í annaðkvøld skal føroyska U21-landsliðið royna seg ímóti Týsklandi. Talan er um undankappingardyst til EM-endaspælið, sum verður í Kekkia í 2015. Og sambært Heðin Askham, ið saman við Bill McLeod Jacobsen stendur á odda fyri føroyska U21-landsliðnum, er tað eitt sterkt U21-landslið, ið týskarar koma hendanvegin við.
– Týsku U21-leikararnir eru allir stjørnur ella komandi stjørnur í týsku Bundesliguni, og hetta er avgjørt besta liðið í okkara bólki. Teir spæla skjótan og góðan fótbólt, og fyri trimum vikum síðani spældu teir málleysan javnleik í venjingardyst móti Fraklandi, har tað týska liðið var spælstýrandi allan dystin. Okkara fyrireikingarnar byggja á sjónbanda upptøkur frá tí dystinum, tí flestu av týsku leikararnir eru við ímóti okkum, sigur Heðin Askham, annar av føroysku U21-landsliðsvenjarunum
– Vit kunnu vænta, at vit koma undir ógvusliga stórt trýst frá byrjan. Men tað eru vit vanir við, og kunnu onkuntíð yvirraska. Vit munnast jú øll dystin ímóti Russlandi í 2009, tá vit vunnu 1-0, sigur Heðin Askham.
Til dystin ímóti Týsklandi í annaðkvøld er føroyska liðið nakað skert, í mun til teir tríggjar dystirnar, sum U21-landsliðið hevur spælt higartil í hesari undankapping.
Sonni Ragnar Nattestad og Rene Shaki Joensen, ið báðir spæla fótbólt í Danmark, hava givið avboð vegna skaða. Málverjin, Kristian Joensen, er við A-landsliðnum í Kasakstan, Poul Ingason er við U19-landsliðnum, meðan Árni Frederiksberg hevur leikbann. Men hetta nervar ikki Heðin Askham.
– Tað er altíð keðiligt tá leikarar, ið vanliga hava verið partur av teimum fyrstu ellivu, ikki eru tøkir. Men vit hava fimm nýggjar leikarar í hópinum hesaferð, ið allir hava gjørt tað gott í Effodeildini í ár, og teir eru uttan iva førir fyri at taka dystin upp við týsku gestirnar, sigur Heðin Askham, ið eisini letur væl at umstøðunum í samband við fyrireikingarnar hjá føroyska U21-landsliðnum.
– Sjálvt um okkara kapping ikki er á sama støði, sum hinar í Europa, so klára vit næstan altíð at geva hinum londunum ein skarpan gang, og kemur hetta uttan iva av góðu umstøðunum og fyrireikingunum rundan um U21-landsliðið, sigur Heðin Askham.
Fyri fýra árum síðani vann týska U21-landsliðið Europameistaraheitið. Í finaluni vunnu týskarar ein sannførandi 4-0 sigur á Onglandi, og við tí í huga væntar Heðin Askham ein torføran dyst fyri okkara leikarar.
– Vit møta einum av sterkastu U21-landsliðum í Europa, men gera vit alt, ið stendur í okkara makt, kunnu vit fáa eitt gott úrslit. Vit mugu eisini ásanna, at hetta er also Týskland, og teir koma her fyri at vinna. Kortini fara vit ikki at leggja okkum niður fyri teimum, men ætla at kempa og stríðast til tað síðsta. Onki lið skal koma til Føroyar og halda, at teir hava vunnið áðrenn dysturin er spældur, og tað er serliga tann hugburðin vit royna at leggja í okkara leikarar, sigur Heðin Askham at enda.
U21-undankappingardysturin millum Føroyar og Týskland verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 6. september, kl. 19:45. Kostnaðurin á atgongumerkjunum er einans 50 krónur, og verða tey seld við dyrnar.