Eftir eina heldur vánaliga byrjan upp á NM-kappingina, reistist U19-landsliðið í dag, tá føroysku dreingirnir vunnu ímóti Íslandi. U17-liðið tapti tepurt fyri Noreg
Føroyska U19-landsliðið lat ongan iva vera um hvønn veg sigurin skuldi fara, tá annað umfar í NM-kappingini var á skránni í dag. Føroyar vann 3-1, eftir at føroyska liðið var frammanfyri við einum máli ímóti ongum í steðginum.
Tá góður hálvur tími var spældur, legði Sonni Ragnar Nattestad Føroyar á odda, og fimm minuttir eftir hvíldina økti Tórur Justesen til 2-0. Og bara fimm minuttir seinni skoraði Ragnar B. Tausen til 3-0 fyri Føroyar.
Í seinasta minutti minkaði Ísland um munin, men nærri komu íslendingar ikki.
Sostatt vann føroyska U19-liðið næsta dystin í kappingini, eftir eina heldur keðiliga byrjan upp á kappingina ímóti dønum, har føroyska liðið tapti stórt.
U17 tapti tepurt
Í Havn skuldi føroyska U17-liðið royna seg ímóti Norra, og tað var eisini nær við at føroyingarnir fingu úrtøku burtur úr. Men dysturin endaði 1-0 til Norra, sum í 52. minutti skoraði einsamalla málið við brotssparki.
Tveir aðrir dystir í NM-kappingini eru eisini spældir í dag. Í Gundadali vann Ongland 4-2 á Finnlandi, og við Margáir í Streymnesi vann Svøríki 3-1 ímóti Danmark.
Á Argjum og í Gundadali hósdagin
Triðja umfar í NM-kappingini verður spælt hósdagin. Klokkan 14 spælir føroyska U17-landsliðið ímóti Finnlandi. Hesin dystur verður spældur á Argjum. Og samstundis hittast Ongland og Noreg á Ovara Vølli í Gundadali.
Klokkan 18 verða seinastu dystirnir í bólki B spældir. Á Argjum bresta Svøríki og føroyska U19-landsliðið saman, meðan Danmark og Ísland spæla í Gundadali.