Nú er greitt, hvussu U17- og U19-landsliðini við dreingum skulu spæla í EM-undankappingunum komandi ár. U17-liðið skal til Slovenia, meðan U19-liðið fer til Rumenia
Mikudagin var lutakast í Nyon í Sveis, har finnast skuldi fram til, hvussu bólkarnir hjá U17- og U19-landsliðunum við dreingjum skulu síggja út, í sambandi við EM-undankappingarnar, sum verða komandi ár.

Og lutakastið háttaði seg soleiðis, at í september mánaða skal U17-liðið til Slovenia, meðan U19-dreingirnir skulu til Rumenia í november.

U17-dreingirnir eru komnar í bólk 10 saman við Turkalandi, Belgia, og vertslandinum, Slovenia. Kappingin verður spæld frá 24. til 29. september.

Fyri U19-landsliðið háttaði lútakastið seg soleiðis, at føroyska liðið er komið í bólk 11 saman við Sveis, Andorra og Rumenia, ið verður vertur fyri kappingini. Kappingin hjá U19-liðnum verður spæld frá 12 til 17. november.

Les eisini: Genturnar til Bosnia og Montenegro