U19-landsliðið við dreingjum tapti eisini næsta dystin í EM-undankappingini í Norðurírlandi. Kekkar vóru effektivari og vunnu 2-0.
Næsti dysturin hjá føroyska U19-landsliðnum við dreingjum, sum í hesum døgum tekur lut í EM-undankapping í Norðurírlandi, varð spældur leygardagin. Og aftur hesaferð máttu føroysku dreingirnir av vøllinum við ongum.
Sjálvt um okkara vístu ein framúr hugburð, so fóru kekkar avstað við sigrinum. Kekkia vann 2-0, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.
Seinasta uppgávan hjá føroyska U19-liðnum í ár, verður komandi týsdag, tá Norðurírland tekur ímóti í triðja EM-undankappingardystinum á hesum sinni. Í fyrsta dystinum taptu norðurírar 2-0 fyri Kekkia, og í næsta dystinum taptu vertirnir 5-2 ímóti Russlandi.
Føroyska liðið ímóti Kekkia:
Elias Rasmussen – Dánjal Godtfred, John Danielsen Guðjónsson, Jákup F. Hansen, Hilmar Leon Jakobsen – Benjamin Heinesen, Hákun Edmundsson (Bartal Wardum, 64.), Betuel Hansen (John Frederiksen, 75.), Rói Olsen, Jógvan á Lað Jacobsen – Jákup Thomsen (Dan í Soylu, 88.)