Hóast talan gjørdist um trý tap fyri føroyska U19-landsliðið við dreingjum í innleiðandi EM-undankappingini, so er venjarin, Jógvan Martin Olsen nøgdur við innsatsin frá okkara spælarum

Dirvi at vinna, skal vera størri enn óttin at tapa!

 

– Vit løgdu stóran dent á at menna spælararnar og liðið. Málsetningurin var at fara á vøllin at spæla fótbólt, og vinna dystirnar, vælvitandi um, at mótstøðan er sterk. Hugburðurin skuldi vera hart arbeiði, og at stríðast fyri hvørjum øðrum. Vit vóru eisini væl við í øllum trimum dystunum, men tá orkan byrjaði at ganga undan, fingu vit trupulleikar.

 

Soleiðis sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum seinastu vikuna hevur tikið lut í innleiðandi EM-undankapping í Bulgaria. Umframt vertslandið og Føroyar, vóru Ongland og Ísland eisini við í kappingini.

 

Úrslitini

Ongland – Føroyar 6-0 (1-0)

Bulgaria – Føroyar 2-0 (0-0)

Føroyar – Ísland 1-2 (0-0)

 

Føroyska málið skoraði Lukas Grenaa Giessing. Lukas er sonur fyrrverandi HB’aran og landsliðsspælaran, Julian Hansen.

 

– Ímóti Onglandi vóru vit væl við fyrstu løtuna, men her var talan um sera sterka mótstøðu, og vit taptu fyri einum betri liðið. Hinvegin, so spældu vit væl við ímóti Bulgaria og Íslandi, men tíverri gongur orkan undan seinastu løtuna, og tá blíva vit hart straffaðir.

 

– Vit stríðast sera væl allatíðina, og tað hava okkara spælarar stórt rós uppiborið fyri. Men stóri munurin er orkan. Mótstøðumenninir spæla dagliga á hægri støði enn vit, og móti endanum av dystunum hava teir meir orku, og tað er ein avbjóðing, ið vit mugu arbeiða meir við, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Ongland vann kappingina við fullum stigatali. Bulgaria gjørdist nummar 2 við 6 stigum, Ísland fekk 3 stig, meðan Føroyar endaði aftast við ongum stigi.

 

Hópurin

1. Rói Mørk Hentze, 2. Pætur Hentze, 3. Andri Benjaminsen, 4. Andrias Edmundsson, 5. Hugin Samuelsen, 6. Magnus Holm Jacobsen, 7. Tonni Jóhannus Thomsen, 8. Mórits Heini Mortensen, 9. Gilli Samuelsen, 10. Stefan Radosavljevic, 11. Lukas Grenaa Giessing, 12. Mathias Heðinsson Lamhauge, 13. Arnbjørn Svensson, 14. Petur í Túni Petersen, 15. Hanus Sørensen, 16. Sjúrður Pauli Nielsen, 17. Sølvi Sigvardsen og 18. Hans Jákup Anfinnson.

 

Venjari

Jógvan Martin Olsen

 

Hjálparvenjari

Jan C. Dam

 

Fegnir U19-dreingir á venjingarvøllinum í Bulgaria – Mynd: Jan Falkenberg Jensen