Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini í Norðurírlandi. Úrslitið gjørdist 7-0 til Russland, sum var á odda við fimm málum í steðginum
U19-liðið við dreingjum fekk eina heldur keðiliga byrjan uppá EM-undankappingina, sum í hesum døgum verður spæld í Norðurírlandi.

Føroysku liðini hava tað sum oftast trupult í fyrsta dystinum í undankappingunum, og soleiðis varð eisini hesaferð.

Okkara dreingir løgdu fyri ímóti Russlandi, og úrslitið á Shamrock Park gjørdist ein sannførandi 7-0 sigur til russar, sum vóru á odda við fimm málum í steðginum.

Russar vóru væl fyri bæði kropsliga og tekniskt, meðan okkara runnu aftaná meginpartin av tíðini.

Umframt Føroyar og Russland, eru vertirnir úr Norðurírlandi og Kekkia eisini við í kappingini. Dysturin millum norðurírar og Kekkia endaði við 2-0 sigri til kekkar.

Næsti dysturin hjá føroyska liðnum verður leygardagin, tá okkara skulu spæla ímóti Kekkia, meðan triði dysturin verður týsdagin í komandi viku.

Myndir