Seinnapartin mikudagin spældi U19-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini. Mótstøðuliðið var Ongland, sum vann 6-0. Allur dysturin kann síggjast her
Klokkan hálvgum fimm seinnapartin mikudagin spældi føroyska U19-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini. Mótstøðuliðið var Ongland, og tá dómarin floytaði fyri seinastu ferð, høvdu onglendingar vunnið 6-0, eftir at hava verið á odda við einum í steðginum.
Spælt verður í Bulgaria, og umframt Føroyar, Ongland og vertslandið, er Ísland eisini við í kappingini. Í dystinum millum Bulgaria og Ísland, gjørdist úrslitið 2-1 til bulgarar.
Niðanfyri ber til at síggja allan dystin millum Ongland og Føroyar.
Skráin
8. november kl. 16:30 Ongland – Føroyar
11. november kl. 12:30 Bulgaria – Føroyar
14. november kl. 12:30 Føroyar – Ísland
Allir dystirnir verða stroymdir á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, www.fsf.fo.