Av koronastøðuni, sum nú er íkomin, er avgjørt, at eingir áskoðarar sleppa til venjingardystirnar hjá U21- og U19-landsliðunum, sum verða móti íslendska U19-landsliðnum hósdagin og sunnudagin

——————

Korona órógvar aftur í fótbóltinum, og hesaferð gongur tað út yvir áskoðararnar, ið ætlaðu sær til venjingardystin hjá U21-landsliðnum, sum hósdagin 3. juni klokkan 17:30 møtir íslendska U19-landsliðnum.

Og tað sama er galdandi sunnudagin 6. juni klokkan 15:00, tá okkara U19-dreingir skulu royna seg ímóti Íslandi. Tá verður heldur ikki loyvt áskoðarum at koma til dystin.

Hvussu áskoðaraviðurskiftini verða í samband við venjingardystirnar hjá A-landsliðnum við monnum móti Íslandi og Liktinstein, ið vera spældir fríggjadagin 4. og mánadagin 7. juni, og U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Armenia á Svangaskarði týsdagin 8. juni, er avgerð ikki tikin til enn.