John Petersen og Ingun Hansen hava úttikið U19-landsliðið við gentum, sum frá 8. til 13. mai skal til minikapping í Litava
Í døgunum 8. til 13. mai skal føroyska U19-landsliðið við gentum til Vilnius í Litava, har liðið skal luttaka í eini minikapping, sum UEFA skipar fyri.

Umframt vertslandið og Føroyar, verða Aserbaijan og Wales eisini við í minikappingini.

Í hesum sambandi hava John Petersen, landsliðsvenjari, og Ingun Hansen, hjálparvenjari, úttikið hesar 18 leikararnar:
Beinta Danielsen, Rúna Jacobsen og Tóra Olsen, AB
Ásla Johannesen og Maibritt R. Petersen, B36
Erla Petersen, Marita á Fríðriksmørk, Rebekka Johannesen og Silja Johannesen, EB/Streymur/Skála
Hildur Egilsdóttir, Lea Reginsdóttir og Rannvá Mortensen, HB
Hanna Poulsen, ÍF
Katrina Akursmørk,
Margunn Lindholm, NSÍ/B68
Jensa Olsen og Kára Jarnskor, Víkingur
Annika Wardum, Vildbjerg SF (DK)

Fyrsi dystur hjá føroyska liðnum verður hósdagin 9. mai ímóti Aserbaijan. Fríggjadagin 10. mai spæla Litava og Føroya, og sunnudagin 12. mai skulu føroysku U19-genturnar royna seg ímóti Wales.

Úttøkubræv