John Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum um mánaðarskifti juni-juli skal til menningarkapping í Lettlandi
Í døgunum 29. juni til 4. juli fer føroyska U19-landsliðið við gentum til UEFA menningarkapping í Riga í Lettlandi. Umframt Føroyar og vertslandið, verður Turkaland eisini við í kappingini.
John Petersen er venjari hjá U19-gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Jan Mølvad Laursen, hevur hann nú úttikið tær 18, sum í næstum skulu umboða Føroyar í Lettlandi.
Hópurin
Andrea Silja Snedker Hoydal, AaB Ålborg (DEN)
Ása Stórá Carlsen, AB Argir
Rúna Olsen, B68 Toftir
Sonja Terjadóttir Dalsgaard, B71 Sandur
Rebecca Gjógvará, Bramming (DEN)
Bjarta Djurhuus, EBS/Skála
Rebekka Eschen Danielsen, Forus og Gausel IL (NOR)
Poula Andreassen, HB Tórshavn
Sara Samson Lamhauge, HB Tórshavn
Julia Helena Dal Henriksen, HB Tórshavn
Mona Rasmusardóttir, ÍF/Víkingur
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍF/Víkingur
Randi Eyðunsdóttir á Bergi, KÍ Klaksvík
Sanna Jacobsen, KÍ Klaksvík
Hanna Klein Poulsen, KÍ Klaksvík
Kristin Højsted, TB/FCS/Royn
Julia Naomi Mortensen, TB/FCS/Royn
Rebekka Klein Olsen, Viborg (DEN)
Skráin
2. juli Turkaland – Føroyar (kl. 14:00 lokala tíð)
3. juli Føroyar – Lettland (kl. 14:00 lokala tíð)
Føroyska ferðalagið verður heima aftur í Føroyum týsdagin 4. juli.