John Petersen og Ingun Hansen, landsliðsvenjarar, hava úttikið føroyska U19-liðið við gentum, sum frá 11. til 19. september skal til EM-minikapping í Serbia
Um miðjan september skal føroyska U19-landsliðið við gentum taka lut í EM-minikapping í Beograd í Serbia. Umframt Føroyar og Serbia, verða Holland og Lettland eisini við í kappingini.

Í hesum sambandi hava venjararnir, John Petersen og Ingun Hansen, úttikið 18 leikarar til kappingina.

Føroyski hópurin:
Lea Reginsdóttir og Ásla Johannesen, AB.
Brynhild Haraldsen, B36.
Kára Djurhuus, Marita á Fríðriksmørk, Margunn Lindholm og Silja Johannesen, EBStreymur/Skála.
Rúna Jacobsen, FC Suðuroy.
Hildur Egilsdóttir, Lív Arge og Milja Simonsen, HB.
Hanna S. Poulsen, Kára Jarnskor, Kristina Obradovic, Arnborg Lervig og Jensa Olsen, ÍF/Víkingur.
Katrina Akursmørk og Hervør Olsen, KÍ.

Skráin:
13. september, kl. 16:30: Holland-Føroyar
15. september, kl. 16:30: Føroyar-Serbia
18. september, kl. 16:30: Lettland-Føroyar

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum hósdagin 11. september, og verður heima aftur fríggjadagin 19. september.