John Petersen og Ingun Hansen hava úttikið U19-hópin við gentum til UEFA mini-kapping, sum verður í Føroyum 22. til 24. apríl
Í døgunum 22. til 24. apríl eru Føroyar vertir fyri UEFA mini-kapping fyri U19-landslið við gentum. Umframt føroyska U19-liðið, vera Ísland og Skotland eisini við í kappingini.

Týsdagin 22. apríl spæla Føroyar og Ísland, mikudgain 23. apríl spæla Skotland og Ísland, meðan seinasti dystur verður hósdagin 24. apríl, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Skotlandi. Allir dystirnar verða á Tórsvølli klokkan 10:00.

Í hesum sambandi hava Jóhn Petersen og Ingun Hansen, landsliðsvenjarar, úttikið hesar 18 leikararnar:
Lea Reginsdóttir, Beinta E. Danielsen og Ásla Johannesen, AB.
Silja Johannesen, Marita á Fríðriksmørk, Margunn Lindholm og Erla Petersen, EB/Streymur / Skála.
Tóra S. Olsen og Rúna Jacobsen, FC Suðuroy.
Milja R. Simonsen, Lív Arge og Hildur Egilsdóttir, HB.
Mirjam Hansen, Kára Jarnskor, Jensa Olsen, Hanna Poulsen og Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur.
Katrina Akursmørk, KÍ.

Úttøkubræv