Rúni Nolsøe og Ingun Hansen hava úttikið 18 leikarar, sum í døgunum 20. til 25. oktober skulu til EM-undankapping í Kroatia
U19-landsliðsvenjararnir hjá gentum, Rúni Nolsøe og Ingun Hansen hava úttikið føroyska hópin, sum í døgunum 20. til 25. oktober skal luttaka í EM-undankapping í Tuhelj í Kroatia.

Umframt vertstjóðina Kroatia, skal føroyska liðið eisini spæla móti Ukreina og Belgia.

Tær, ið skulu umboða Føroyar, eru:
Monika Biskopstø, Sigrun Sirdal, Gunnrið Fríða Joensen, Eyðvør Klakstein og Maria K. Thomsen,
Durita B. Nielsen og Dania A. Olsen, B68/NSÍ
Durita Kallsoy Róin, Marta Sólheim Thomsen, Annika Ragna Petersen og Jónfríð Hansen, ÍF
Jóhanna J. Lervig, Víkingur
Kristianna Hjelm Balle, B36
Anna A. Brimnes, Ásleyg Súnadóttir, Elsa Splidt Jacobsen og Elin Maria Isaksen, AB
Birna T. Johannesen, Skála

Skráin/dystir:
Ukreina – Føroyar (20. oktober)
Føroyar – Belgia (22. oktober)
Kroatia – Føroyar (25. oktober)

Allir dystirnir verða spældir kl. 14:00 lokala tíð.

Úttøkubræv

Myndin omanfyri er av U19-landsliðnum við gentum, sum í fjør var til EM-undankapping í Finnlandi.