Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen hava úttikið U19-liðið, sum skal luttaka í NM-kappingini fyri U17-landslið
Í ár verður áriga NM-kappingin fyri U17-landslið spæld í Føroyum, og fyri at fáa talið av liðum at ganga upp, soleiðis at átta lond verða í hvørjum bólki, hevur vertslandið sum oftast tvey lið við í kappingini.

Og eins og fyri seks árum síðani, tá kappingin eisini varð spæld í Føroyum, verður føroyska U19-landsliðið eisini partur av NM-kappingini.

Í hesum sambandi hava venjararnir, Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen, úttikið hópin, sum í døgunum 6. til 11. august skulu royna seg ímóti okkara grannatjóðum.

Teir 18, ið skulu umboða føroyska U19-landsliðið, eru:

NAVN FELAG
Eirikur Magnusarson TB Tvøroyri
Teitur J. Olsen TB Tvøroyri
Poul Ingason TB Tvøroyri
Ragnar Tausen TB Tvøroyri
Jákup Højgaard (málv.) B36 Tórshavn
Rasmus Dan Sørensen B36 Tórshavn
Tórur Justesen KÍ Klaksvík
Poul N. Mikkelsen KÍ Klaksvík
Magnus Egilsson HB Tórshavn
Rói av Fløtum HB Tórshavn
Sonni Ragnar Nattestad 07 Vestur
Hørður Askham 07 Vestur
Hendrik á Fríðriksmørk Skála
Jón Áki Jacobsen FC Suðuroy
Allan J. Hansen EB/Streymur
Andrias Høgnason Eriksen Varde (DK)
Niklas Thomsen (málv.) HIK (DK)
Marcus Bruun Rasmussen Suså IF (DK)

Fyrsti dystur hjá U19-landsliðnum verður í Gundadali í Havn mánadagin 6. august, klokkan 15:00, har føroyska liðið skal royna seg ímóti Danmark.

Úttøkubræv