U19-landsliðið við dreingjum hevur í vikuni spælt tveir venjingardystir á útivølli ímóti Luksemborg. Og sjálvt um báðir dystirnir endaðu við teprum 1-0 ósigrum, so hevur føroyska liðið kortini fingið nógv burturúr

– Hetta var ein góður møguleiki hjá mær at síggja liðið og stóran part av spælarunum, ið væntandi koma at mynda hópin. Vit fingu tveir góðar dystir, og sjálvt um vit taptu, so hava vit fingið nógv burturúr, sigur Jógvan Martin Olsen, ið nú stendur á odda fyri U19-landsliðnum við dreingjum

 

Meðan meginparturin av føroysku fótbóltseygunum seinastu dagarnar hava verið vend ímóti A-landsdystinum millum Føroyar og Sveis, hevur føroyska U19-landsliðið við dreingjum verið á venjingarlegu í Luksemborg.

 

Tveir dystir ímóti U19-liðnum hjá Luksemborg vóru á skránni, og sjálvt um tað í báðum førum gjørdist til teprar 1-0 sigrar til heimaliðið, so er einki at ivast í, at føroyska liðið hevur fingið nógv burturúr og lært eina rúgvu í hesum báðum dystunum, sum eru liðir í fyrireikingunum til innleiðandi EM-undankappingina, sum verður í Bulgaria í november.

 

– Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við at tapa, men eg eri væl nøgdur við innsatsin hjá spælarunum. Fleiri høvdu spælt tveir dystir í heimligu kappingini í somu viku, sum vit fóru avstað. Alíkavæl stríddust teir væl, og tað kundi saktans koppað til okkara fyrimun.

 

 – Samansjóðingin av hópinum hevur eisini verið góð, og nú kenna vit heilt víst hvønn einstakan nógv betri. Komandi tíðina fara vit at hava fleiri samlingar, og tað kemur heilt sikkurt at síggjast aftur til kappingina í november, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

Umframt Føroyar og Bulgaria, vera Ongland og Ísland eisini við í innleiðandi EM-undankappingini, sum verður í Bulgaria frá 8. til 14. november.