FSF Varpið: Eyðun Klakstein, ið saman við Oddbirni Joensen stendur á odda fyri U19-landsliðnum við dreingjum, hevur góðar vónir til EM-undankappingina í Rumenia, sum byrjar hósdagin
Føroyska U19-landsliðið við dreingjum fyrireikar seg í hesum døgum til EM-undankapping, sum í næstum verður í Rumenia. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Sveis og Andorra eisini við í kappingini.

Sunnudagin spældi okkara dreingir venjingardyst ímóti Lyngdby. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Málskjútti fyri Føroyar var Meinhard Egilsson Olsen.

Í FSF Varpinum hesaferð er stuttur samandráttur frá dystinum, umframt samrøða við Eyðun Klakstein, ið saman við Oddbjørn Joensen stendur á odda fyri føroyska U19-landsliðnum.