Hóast talan var um ein javnan og spennandi dyst, so vóru genturnar úr Aserbaijan effektivari, og vunnu til endans 3-0 á føroyska U19-landsliðnum
Føroyska U19-landsliðið við gentum, sum í hesum døgum luttekur í mini-kapping í litaviska høvuðsstaðnum Vilnius, tapti í dag fyrsta dystin í kappingini. Mótstøðuliðið var Aserbaijan, sum vann 3-0, eftir 2-0 leiðslu í steðginum.

Hóast talan var um ein javnan og vælspældan dyst, so kendu føroysku genturnar ikki sína vitjunartíð, meðan tær úr Aserbaijan vóru effektivari, og fingu mál upp á sínar møguleikar.

Stutt fyri leiklok vóru føroysku genturnar heilt nær við at minka um munin, men í tveimum førum brast bólturin á tvørtræðið og støkk út aftur í spæl.

Nógvi hitin í Vilnius í hesum døgum setti eisini sín dám á dystin. Um miðan fyrra hálvleik og miðan seinna hálvleik var steðgur í spælinum í ein til tveir minuttir, so leikararnir kundu fáa sær vatn.

Tá dysturin varð bríkslaður í gongd vóru millum 25 og 30 hitastig á LFF Leikvøllinum í Vilnius, og tað darvaði føroysku leikarunum, sum fyrstu løtuna høvdu torført við at finna seg til rættis á vøllinum, meðan hitin ikki tóktist at órógva genturnar úr Aserbaijan tað heilt stóra.

Eftir dystin varð Jensa Olsen, ið til dagliga spælir við Víkingi, vald til dagsin leikara á føroyska liðnum í dag.

Umframt Føroyar og Aserbaijan, eru Litava og Wales eisini við í kappingini, og í morgin skulu føroysku genturnar royna seg ímóti vertslandinum Litava.

Føroyar:
1. Lea Regisdóttir (GK), 3. Kára Jarnskor, 4. Katrina Akursmørk (Liðs.), 5. Hildur Egilsdóttir, 6. Rebekka Johannesen, 7. Ásla Johannesen, 8. Margunn Lindholm, 9. Jensa Olsen, 10. Annika Wardum, 14. Rúna Jacobsen og 17. Erla Petersen

Innskiftingar:
2. Beinta Danielsen, 11. Rannvá Mortensen, 12. Silja Johannesen, 13. Marita á Fríðriksmørk, 15. Maibritt Reynheim og 18. Tóra Olsen

Óbrúktir leikarar:
16. Hanna Poulsen (GK)

Venjari:
John Petersen

Hjálparvenjari:
Ingun Hansen