Eisini í næsta dystinum í EM-undankappingini í Kroatia, máttu føroysku U19-genturnar av vøllinum við ongum. Dysturin móti Belgia varð taptur 4-0
Í mun til dystin móti Ukreina, sum varð spældur leygardagin, gekk heldur frægari hjá U19-landsliðnum við gentum í dag, tá tær spældu ímóti Belgia.

Við tveimum málum fyri steðgin og tveimum málum eftir steðgin, endaði dysturin á NK Hask Leikvøllinum í Zagreb við 4-0 sigri til Belgia.

Seinasti dystur hjá U19-gentunum í hesari undankapping verður spældur hósdagin, tá vertslandið Kroatia tekur ímóti.

Eins og føroyska liðið, hevur Kroatia eisini tapt báðar sínar dystir higartil í kappingini. Í dag taptu kroatisku genturnar 2-1 fyri Ukreina.