Europameistararnir lótu ongan iva vera um, hvønn veg sigurin skuldi fara í fyrsta EM-undankappingardystinum í Serbia. Tá avtornaði endaði dysturin við 9-0 sigri til Holland
– Mangan hava føroysk lið havt tað trupult í tí fyrsta dystinum EM-undankappingunum, og soleiðis varð eisini hesaferð. Okkara gentur royna alt tað tær megna, men sjálvandi koma persónlig mistøk, tá trýstið er so stórt, sigur John Petersen, venjari hjá U19-gentunum, sum í dag máttu leggja rygg til stórtap ímóti Hollandi.

Tíggju av gentunum, ið manna hollendska hópin, vóru fyrr í summar við til at vinna EM-fyri U19-landslið. Hetta sást eisini aftur á vøllinum og undan dystinum varð eisini væntandi, at mótstøðan fór at vera sterk. Longu í fimta minutti gjørdist støðan 1-0 til Holland, og tá dómarin bríkslaði til hálvleik stóð 4-0 á máltalvuni.

Gondin eftir steðgin var tann sama. Okkara gentur runnu fyri tað mesta aftaná, og hetta kostaði eisini nógva orku. Hollendsku genturnar tóktust hinvegin at hava fult tamarhald á støðuni, og vunnu eisini til endans 9-0.

– Okkara leikarar royndu at spæla fótbólt, men mótstøðan í dag var snøgt sagt ov stór. Vónandi kunnu vit gera tað betri í næsta dysti, sum verður mánadagin, sigur John Petersen, landsliðsvenjari.

Og næstu dystur hjá føroysku U19-gentunum er ímóti Serbia, sum í dag vann 5-1 á Letlandi.

Føroyska liðið ímóti Hollandi:
1. Lea Reginsdóttir, 2. Hildur Egilsdóttir, 3. Arnborg Lervig, 4. Katrina Akursmørk (CAP), 5. Milja R. Simonsen, 6. Kára Jarnskor, 7. Ásla Johannesen, 8. Jensa Olsen, 9. Margunn Lindholm, 11. Kára Djurhuus og 16. Lív Arge.

Í seinna hálvleiki komu hesar á vøllin:
13. Marita á Fríðriksmørk, 14. Silja Johannesen og 15. Brynhild Haraldsen.

Óbrúktir leikarar
12. Hanna Poulsen, 10. Hervør Olsen, 17. Kristina Obradovic og 18. Rúna Jacobsen.

Venjarar:
John Petersen og Ingun Hansen.

Myndir: Ingun Hansen