Við tryggum 3-0 sigri á Lettlandi, vunnu føroysku U19-genturnar seinasta dystin í EM-undankappingini í Serbia
– Aftur hesaferð eri eg væl nøgdur við innstasin, og endiliga kunnu vit fara av vøllinum við einum sigri, sum var fult uppiborin, sigur John Petersen, venjari hjá U19-gentunum, sum í dag (hósdagin) vunnu 3-0 ímóti Lettlandi.
Dysturin var eitt gott korter gamal, tá Ásla Johannesen legði føroyska liðið á odda. Hervør Olsen sendi inn fyri úr høgru, letlendski málverjin helt ikki innlegginum, og so kundi Ásla Johannesen seta bóltin í málið. 1-0 til Føroyar, sum eisini var støðan tá liðini fóru at hvíla seg.
Fyrri hálvleikur var javnur, við málmøguleikum til báðar partar. Í avgerandi løtum vóru okkara gentur tó neyvari, meðan tær letlendsku høvdu tað torført ímóti føroyska málverjanum, Leu Reginsdóttir, ið spældi ein góðan dyst fyri Føroyar.
Beinanvegin eftir steðgin gjørdist støðan 2-0 til Føroyar. Margunn Lindholm breyt ígjøgnum í høgru síðu og fekk lagt bóltin fyri føturnar á Jensu Olsen, sum við einum dundurskotið økti um føroysku leiðsluna.
Føroyska liðið stýrdi spælinum eftir steðgin, og tá góður tími var spældur skoraði Arnborg Lervig til 3-0. Hornaspark varð sent innfyri úr høgru, Arnborg var hægst og stútaði bóltin í letlendska málið.
– Hóast vit fingu eina heldur keðiliga byrjan upp á kappingina, so eri eg sum heild væl nøgdur við innsatsin og hugburðin hjá okkara gentum. Nú gleða vit okkum at sleppa heim, sigur John Petersen at enda úr Beograd í Serbia.
Føroyska liðið, ið byrjaði dystin ímóti Lettlandi – Myndir: Ingun Hansen