Fyrireikingarnar til EM-undankappingina hjá U19-landsliðnum við dreingjum, sum verður í oktober, eru longu farnar í gongd
Í døgunum 9. til 14. oktober skal føroyska U19-landsliðið við dreingjum taka lut í árligu EM-undankapping, sum í ár verður í Norðurírlandi. Umframt vertstjóðin og Føroyar, verða Russland og Kekkia eisini við í kappigini. Og hóast tað fyri mong kann tikjast leingi, til vit koma í oktober mánaða, so eru venjararnir, Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen longu farnir undir fyrireikingarnar til kappingina í Norðurírlandi.
– Tað er langur vegur til oktober mánaða, og tað kann nógv henda við ungum leikarum eftir einum hálvum ári. Men vit fylgja væl við, hvussu gongur úti í feløgunum, tí tað er ikki minst har, at leikararnir veruliga skulu vísa sínar dygdir og umvegis tey avrikini banka upp á dyrnar á U19-landsliðið, sigur Eyðun Klakstein.
Men tað er altíð ein avbjóðing at savna leikararnar í hasum aldrinum til landsliðssamlingar. Leikararnir á U19-landsliðnum eru nógv upptiknir í teirra feløgum, tí vanliga spæla teir við fleiri liðum. Umframt at spæla við í U18-kappingini, eru teir eisini við í dystum í Effo-deildini, 1. deild ella í 2. deild hjá monnum.
– Tað er ikki óvanligt, at leikararnir í U19-aldri spæla yvir 50 dystir í einum kappingarári. Hetta ger tað trupult at savna spælararnar til landsliðsvenjingar, men vit hava regluligar samlingar, hóast allir spælararnir ikki fáa verið við hvørjaferð, sigur Eyðun Klakstein.
U19-landsliðið hevur havt tvær samlingar, síðani føroyska landskappingin byrjaði, og spælarnir verða samlaðir tríggjar ferðir afturat áðrenn summarsteðgin. Síðani verða onkrar samlingar eftir summarsteðgin, áðrenn liðið verður úttikið í september.
Eyðun Klakstein, annar av venjarunum hjá U19-landsliðnum við dreingjum – Mynd: Áki Johansen