Føroyska U19-landsliðið við dreingjum vann týskvøldið venjingardyst ímóti einum styrktum U19-liði hjá Lyngby
U19-landsliðið við dreingjum fyrireikar seg í hesum døgum til EM-undankapping í Makedonia, sum byrjar fríggjadagin. Síðani mánadagin hevur føroyski hópurin verið savnaður í Farum, har liðið hevur vant á vøllinum hjá FC Nordsjælland.
Týskvøldið spældi føroyska U19-liðið venjingardyst ímóti U19-liðnum hjá Lyngby, sum er fremst í donsku meistaradeildini. Lyngby-liðið var styrkt við onkrum eldri spælara til dystin.
Lyngby setti seg eisini á spælið frá byrjan og trýsti føroyska liðið. Tað lukkaðist tó okkara dreingjum at standa ímóti trýstinum og halda Lyngby frá málmøguleikum. So líðandi fekk føroyska liðið onkur mótálop, og tvær ferðir lukkaðist at skora. Fyrst var Rasmus Dan Sørensen spældur leysur av Benjamin Heinesen og skoraði, og nakað seinni økti Poul Ingason við einum góðum skoti, eftir at Brandur Olsen hevði gjørt alt forarbeiðið.
Sum dysturin leið linkaði trýstið hjá Lyngby á føroyska liðið, sum hevði fleiri aðrar royndir á málið.
Føroyska liðið, sum byrjaði dystin, var soleiðis mannað: Elias Rasmussen – Teitur Olsen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Karl Martin Danielsen og Jón Áki Jacobsen – Haraldur Højgaard, Tórur Justesen, Brandur Olsen, Benjamin Heinesen og Rasmus Dan Sørensen – Poul Ingason.
Eykaspælararnir komu allir inn: Fríði Sigurðsson, Dánjal Godtfred, Sølvi Egilsson, Jógvan á Lað Jacobsen, John Daniel Guðjónsson, Jóhannes Hansen og Hákun Edmundsson.
U19-landsliðið fer mikukvøldið til Makedonia, har liðið skal spæla EM-undankapping ímóti Turkalandi, Montenegro og vertstjóðini Makedonia. Fyrsti dysturin verður ímóti Montenegro fríggjadagin.
Venjarar hjá føroyska U19-landsliðnum eru Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen. Thom Jacobsen er liðleiðari, Heri Johnsson er fysioterapeut og Karl Vidtfeldt er ferðaleiðari.