Venjararnir hjá U19-landsliðnum við dreingjum, Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen, leggja í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingina í Norðurírlandi, sum verður frá 9. til 14. oktober
Komandi týsdag setir føroyska U19-landsliðið við dreingjum kós ímóti Belfast í Norðurírlandi, har liðið næstu dagarnar skal spæla tríggjar EM-undankappingardystir. Umframt at spæla ímóti norðurírum, skulu okkara dreingir eisini royna seg ímóti Kekkia og Russlandi.

– Vit vita av royndum, at liðini, vit spæla ímóti í hesum undankappingum, eru sera sterk, men eg haldi eisini, at vit hava ein góðan hóp hesaferð, og tí rokna vit við góðum avrikum og úrslitum í kappingini, sigur Eyðun Klakstein, ið saman við Oddbjørn Joensen stendur á odda fyri føroyska U19-landsliðnum.

Fyrsti dystur hjá føroyska liðnum í kappingini verður hósdagin 9. oktober, tá okkara skulu spæla ímóti Russlandi, og tveir dagar seinni spæla Føroyar og Kekkia. Hesir báðir dystirnir verða á Shamrock Park í Portadown. Triðji dysturin hjá føroyska liðnum í EM-undankappingini verður týsdagin 14. Oktober, tá vertirnir úr Norðurírlandi taka ímóti á The Oval Stadium í Belfast.

Landsliðsvenjararnir, Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen vita ikki tað heilt nógva um mótstøðuliðini, men kortini hava venjararnir góðar vónir undan kappingini í Norðurírlandi.

– Hetta er ein nýggj undankapping, og tí eru liðini eisini mannað av nýggjum. Harvið kenna vit ikki móstøðuliðini neyvt, men vit kunnu við okkara royndum frá undanfarnum kappingum gera okkum rímiliga góðar metingar av teirra spælistíli. Í øllum førum verður okkara lið væl fyrireikað til dystirnar, og við grundarlagi í taktiskum nærlagni, hørðum arbeiði, beinleiðis spæli og dirvi, stíla vit eftir so góðum úrslitum sum gjørligt, sigur Eyðun Klakstein.

Teir 18 leikararnir, ið hava fingið landsliðsboð til U19-kappingina í Norðurírlandi, eru hesir.

Dan í Soylu, AB
Benjamin Heinesen, B36
Hákun Edmundsson, B68
Rói H. Olsen, EB/Streymur
Búi Egilsson, FC Suðuroy
Jákup F. Hansen, Hilmar Leon Jakobsen og Bartal Wardum, HB
Mikkjal á Bergi og John Daniel Gudjónsson, KÍ
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen og Meinhard Olsen, NSÍ
Jógvan á Lað Jacobsen, FC København (DEN)
Jákup Thomsen, FC Midtjylland (DEN)
Dánjal Godtfred, Ikast FS (DEN)
John Frederiksen, NB Bornholm (DEN)
Betuel Hansen, Silkeborg IF (DEN)