Føroyska U18-landsliðið við gentum tapti seinasta dystin í UEFA kappingini í Estlandi. Men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at Turkaland avgjørdi dystin til egnan fyrimun, og vann 3-1
– Í seinasta dystinum tapa vit fyri einum sterkum turkiskum liði, men sum heild eru vit væl nøgd við kappingini, segði John Petersen, venjari, aftaná 3-1 tapi fyri Turkalandi.

Eftir at hava vunnið ímóti Aserbaijan og Estlandi, taptu føroysku U18-genturnar triðja og seinasta dystin í UEFA Menningarkappingini, sum hesa vikuna hevur verið í Tallinn í Estlandi. Seinasti dysturin var ímóti einum sterkum turkiskum liði, ið eisini hevði fult stigatal undan seinasta dystinum.

Betra liðið vann, men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini at Turkaland avgjørdu dystin til egnan fyrimun og vann 3-1, eftir 1-0 leiðslu í steðginum.

Føroysku genturnar fingu annars eina góða byrjan, og við eitt sindur av hepni kundi Jónvá Hentze lagt Føroyar á odda. Men turkiski málverjin bjargaði væl, tá Jónvá royndi seg við góðum skoti. Sum fráleið tók Turkaland yvir, og meginpartin av dystinum høvdu tær turkisku bóltin og stýrdu spælinum. Trýsti á føroyska málið øktist, og tá fýra minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki gjørdist 1-0 til Turkaland.

Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama, men føroyska liðið stríddist væl, og tá tveir minuttir vóru eftir at spæla javnaði Milja R. Simonsen til 1-1. Fjórða málið hjá Milju í kappingini og stór frøi í føroyska hópinum. Javnleikur hevði nevniliga við sær, at dysturin skuldi avgerast við brotsspørkum. Men tær turkisku vildu tað øðrvísi, og seinastu minuttirnar løgdu tær nógv fyri, fyri at vinna dystin. Tað endaði eisini við, at Turkaland skoraði tvey mál í yvirtíðini og vann til endans 3-1.

– Okkara gentur stríddust og spældu væl, og hóast mótstøðan er sterk, so royna tær at spæla fótbólt. Hetta fer uttan iva at koma teimum til góðar í komandi kappingum, segði John Petersen, ið saman við Ingun Hansen og Jan Mølvad Laursen, hevur staðið á odda fyri føroyska U18-landsliðnum við gentum.

Føroyska liðið ímóti Turkalandi:
Anna S. Hansen, Elisabet Vang, Silja Róin, Arnborg Lervig, Durita Hummeland, Kára Djurhuus, Guðrið Thomsen, Lív Arge, Kristina Obradovic, Jónvá Hentze og Milja R. Simonsen.

Eykaleikarar, ið komu á vøllin:
Erla Christiansen, Evy á Lakjuni, Rebekka Banbakoura, Hjørdis Rasmusdóttir, Birita Nielsen og Bjørt Holm.

Óbrúktir leikarar:
Annika Dam.

Venjarar:
John Petersen, Ingun Hansen og Jan Mølvad Laursen