Føroysku U18-genturnar gjørdu bart, tá tær í næsta dystinum í UEFA Menningarkappingini í Estlandi spældu ímóti vertstjóðini. Úrslitið gjørdist 3-0 til Føroyar
– Hetta var ein ótrúliga góður sigur fyri okkum. Okkara stríddust væl allan dystin, og har afturat vístu tær, at tær veruliga duga og tora at spæla fótbólt, segði ein væl nøgdur John Petersen, landsliðsvenjari, eftir at føroyska U18-landsliðið við gentum hevði vunnið næsta dystin í UEFA Menningarkappingini í Tallinn í Estlandi.
Fyrri hálvleikur var javnur og spennandi, við málmøguleikum til báðar partar. Men eftir steðgin settu føroysku genturnar alt upp á pláss, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, hevði føroyska liðið vunni ein sannførandi 3-0 sigur á vertstjóðini.
Fyrsta málið skoraði Milja R. Simonsen tá seinni hálvleikur var hálvrunnin. Jónvá Hentze vann bóltin á miðjum vølli, og við frálíkari sending inn um estlendsku verjuna fann hon Milju, og so var føroyska liðið á sigurskós. Bara lítla løtu seinni var Milja R. Simonsen aftur upp á spæl, og skoraði til 2-0.
Tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla slerdu føroysku genturnar sigurin fastan. Guðrið Thomsen sendi ein góða avlevering til Káru Djurhuus, ið skoraði til 3-0, og frøin var sjálvandi stór á leikarum, venjarum og øllum hinum, ið eru kring liðið.
Undan dystinum høvdu venjararnir, John Petersen, Ingun Hansen og Jan Mølvad Laursen gjørt sjey broytingar á liðnum, í mun til fyrstu ellivu, sum byrjaðu á vøllinum mánadagin, tá føroysku genturnar vunnu 1-0 ímóti Aserbaijan. Men hóast stóru útskiftingina, so stóð liðið seg avbera væl, og tað fegnast venjararnir um.
– Allar 18, sum eru við í hópinum, hava nú fingið møguleikan frá byrjan, og tað er ein fragd at síggja, hvussu væl liðið hevur staðið seg, hóast allar skiftingarnar, sigur John Petersen.
Føroyska liðið hevur nú fult stigatal eftir fyrstu tveir dystirnar. Fríggjadagin er seinasti dystur á skránni, tá okkara skulu royna seg ímóti Turkalandi, ið eisini hevur vunnið sínar dystir ímóti Estlandi og Aserbaijan.
– Sum venjari kann eg ikki annað enn vera væl nøgdur við hesar báðar sigrarnar, og í kvøld verður allarhelst onkur dessert omaná døgurðan. Tað hava genturnar uppiborið, sigur John Petersen at enda úr Tallinn í Estlandi.
Føroyska liðið ímóti Estlandi:
Annika Dam, Hjørdis Rasmusdóttir, Birita Nielsen, Arnborg Lervig, Durita Hummeland, Rebekka Benbakoura, Lív Arge, Bjørt Holm, Kristina Obradovic, Erla Christiansen og Milja R. Simonsen
Eykaleikarar, ið komu á vøllin:
Guðrið Thomsen, Elisabet Vang, Silja Róin, Evy á Lakjuni, Kára Djurhuus og Jónvá Hentze
Óbrúktir leikarar:
Anna S. Hansen
Venjarar:
John Petersen, Ingun Hansen og Jan Mølvad Laursen
Føroyska ferðalagið í Tallinn í Estlandi