Áki Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið U17-landsliðið við dreingjum, sum seinni í hesum mánaðinum skal til norðurlandameistarakappingina, sum í ár verður í Danmark
Í døgunum 28. juli til 2. august skal føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í árligu norðurlandameistarakapping, sum í ár verður spæld í Danmark. Danir gera nógv burtur úr NM-kappingini hesaferð, sum í ár er liður í 125 ára føðingardegnum hjá danska fótbóltssambandinum, DBU.

Føroyska liðið er komið í bólk saman við vertstjóðini Danmark, Norra og USA, ið er serligt gestalið í kappingini.

Fyrsti dystur hjá okkara dreingjum verður mánadagin 28. juli ímóti Norra, og dagin eftir verður dystur móti Danmark. Seinasti innleiðandi dysturin verður hósdagin 31. juli, tá føroysku dreingirnir skulu royna seg ímóti USA, og leygardagin 2. august eru plaseringsdystirnir á skránni.

Teir 18, ið Áki Johansen og Pól F. Joensen, landsliðsvenjarar, hava úttikið, eru hesir:

Málverjar:
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariasen, AB

Verjuleikarar:
Ari Olsen, Skála
Ólavur Niclasen, KÍ
Bjarni Petersen, B36
Jóhann Gaardbo, NSÍ
Eyðstein Zachariasen, EB/Streymur
Fannhard Skoradal, Víkingur
Jóhan Waag Høgnesen, Thisted (DK)

Miðvallarar:
Jákup Andreasen, KÍ
Svein Knút Magnussen, Vejle (DK)
Hannes Agnarsson, B36
Janus Svabo Samuelsen, 07 Vestur
Pætur Joensson Petersen, B36
Jannik Mathias Olsen, NSÍ
Petur Knudsen, NSÍ

Framherjar:
Teit Jacobsen, HB
Adrian Justinusen, HB

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum leygardagin 26. juli, og verður heima aftur sunnudagin 3. august.

Úttøkubræv