Føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti fyrsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Finnlandi. Russlandi var mótstøðuliðið, og úrslitið gjørdist 3-1 til russar. Føroyska málið var sjálvmál
– Eg eri sum heild nøgdur við innsatsin hjá okkara dreingjum. Teir arbeiddu gróthart, og vístu eisini tann vilja, ið krevst í sovorðnum dystum, sigur Thomas Thinggaard, venjari, við heimasíðuni hjá FSF.
Føroyska U17-landsliðið tapti fyrsta dystin í innleiðandi EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Finnlandi. Mótstøðuliðið var Russland, og úrslitið gjørdist 3-1 til russar, sum vóru á odda 2-1 í steðginum.
Tað byrjaði annars væl hjá føroyska liðnum, og longu tá átta minuttir vóru spældir gjørdu russar sjálvmál.
– Vit gera tíverri ov nógvar keðiligar feilir. Vit mugu eisini blíva róligari við bóltinum, og betri í okkara avgerðum, sigur Thomas Thinggaard.
FØROYAR
1. Bjarti Vitalis Mørk (MV), 3. Sámal Jákup Jóhannusarson, 4. Meinhard Debes Geyti, 5. Regin í Geil Jacobsen, 6. Elias El Moustage (2. Olaf K. Hansen, 73’), 7. Hanus Sørensen, 8. Símun Sólheim, 10. Óli Eyðsteinsson Poulsen, 11. Jóhann H. Joensen (14. Ingi Jonhardsson, 73’), 15. Pætur Eliasen (9. Leivur Guttesen, 60’) og 17. Sveinur Lava Olsen (L).
Eykaleikarar: 12. Peter Bergmann Hansen (MV), 13. Bárður Ó. Jensen, 16. Gulak Jacobsen og 18. Andrass Johansen.
Umframt Føroyar og Russland, eru Finnland og Ísland eisini við í kappingini. Leygardagin klokkan 11 spælir føroyska liðið ímóti Íslandi. Nr. 1 og 2 fara viðari til Úrvalskappingina, sum verður í mars-apríl komandi ár. Í mai mánaða verður Ongland vertir fyri EM-endaspælinum.