Í seinasta dystinum hjá U17-landsliðnum við dreingjum í EM-undankappingina í Georgia, eydnaðist tað føroyska liðnum at vinna 1-0 ímóti San Marino

Týsdagin spældi føroyska U17-landsliðið við dreingjum síðsta dystin í EM-undankappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Georgia. 

Lagt var upp til ein javnan og spennandi dyst ímóti San Marino, og soleiðis bleiv eisini. Tað var ikki fyrr enn fýra minuttir vóru eftir at spæla, at Føroyar skoraði einasta málið í dystinum, og tryggjaði sær harvið sigurin og øll trý stigini. Føroyska málið gjørdi Meinhard Olsen í 76. minutti.

Fyrstu løtuna skiftust liðini um at leypa á, men tað var ikki fyrr enn Karstin Hansen í føroyska málinum hevði havt sína fyrstu veruliga bjarging, at føroysku leikararnir vaknaðu av álvara, og restina av fyrra hálvleiki hevði føroyska liðið tamarhald á dystinum.

Størsta málmøguleikan áðrenn steðgin átti Jákup L. Thomsen, tá hann kom at standa væl fyri inni í brotsteiginum hjá San Marino, eftir góða sending frá Høgna E. Nielsen. Skotið hjá Jákupi var hart, men málverjin bjargaði við fótinum, og so spurdist ikki meir burtur úr.

Eftir steðgin var gongdin tann sama, við góðum føroyskum spæli, men kortini høvdu okkara dreingir torført við at spæla seg til teir heilt stóra málmøguleikarnar. Fleiri fríspørk vóru vunnin í góðum støðum og yvirvágin vaks, men tað var ikki fyrr enn Federico Corbelli hjá San Marino fekk seinna gula korti, og harvið reytt, at føroysku leikararnir gjørdu bart.

Restina av dystinum var eitt langt álop á málið hjá San Marino, og tá fýra minuttir vóru eftir at spæla, bragdaði hjá føroyska liðnum. Innskifti Janus Samuelsen sendi Mikkjal á Bergi avstað í vinstra borðið, og komin til baklinjuna, sendi Mikkjal bóltin innfyri. Trýstur av tveimum mótstøðuleikarum var Meinhard Olsen fyrstur á bóltinum, og so var 1-0 til Føroyar, og stór frøi í føroyska hópinum.

Eftir dystin vóru venjararnir, Áki Johansen og Pól F. Joensen sera væl nøgdir við úrslitið, men kundu ynskt sær, at spælið var betri, um hugsað verður um ta leikligu yvirvágina, ið føroyska liðið hevði næstan allar 80 minuttirnar. Kortini hava leikararnir rós uppiborið fyri stríðið, ið til førdi til sigurin.

Føroyska hópurin ger nú klárt at ferðast heim frá einari EM-undankapping, har avrikið er góðkent, og við eitt sindur av hepni í dystinum ímóti Georgia, kundi føroyska liðið endað á 2. plássi í bólkinum.

Endaliga støðan gjørdist, at Holland, ið hevur vunnið europameistaraheitið fyri U17-landslið seinastu tvey árini, vann bólkin við fullum stigatali. Nummar tvey bleiv Georgia við 6 stigum, meðan føroyska U17-landsliðið endaði á 3. plássi við trimum stigum. Aftast í bólkinum gjørdist San Marino við ongum stigi.