Við máli frá Ari Krosslá Poulsen, eydnaðist tað U17-landsliðnum við dreingjum at spæla javnleik 1-1 ímóti Wales

Føroyska U17-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum luttekur í minikapping í Wales, megnaði í gjár (fríggjadagin) at spæla javnleik 1-1 ímóti vertunum.

Talan var eisini um ein javnan dyst, við fáum málmøguleikunum í báðum endum. Leikferðin var til tíðir høg, og dómarin loydi eisini hørðum og kontantum spæli.

Walisar royndu at leggja eitt høgt trýst á føroyska liðið, men serliga miðvøllurin, við liðskiparanum Betuel Hansen á odda, stríddist framúr væl, saman við eini sterkari og tryggari føroyskari verju.

Tólv minuttir eftir steðgin eydnaðist tað okkara dreingjum at leggja seg á odda. Frammaliga í høgru síðu kastaði Bartal Wardum innkast langt inn í walisiska brotsteigin, við høvdinum stýrdi Meinhard Olsen bóltin víðari til Ari Krosslá Poulsen, sum langaði bóltin í walisiska málið.

Eftir føroyska leiðslumálið trýsti Wales okkara dreingir langt aftur á vøllin, og tá 62 minuttir vóru spældir javnaðu vertirnir. Eftir innlegg úr høgru vóru walisar fyrstir á bóltinum, og so varð javnleikur 1-1.

Fleiri mál komu ikki, men Meinhard Olsen og Jákup Ludvig Thomsen í føroyska álopinum stríddust væl, og fingu til tíðir lagt walisisku verjuna undir stórt trýst.

Eftir dystin vóru Áki Johansen og Pól F. Joensen, venjarar, væl nøgdir við føroyska avrikið á vøllinum.

– Vit stúra mangan fyri næsta dystinum, tá vit spæla longu dagin eftir fyrsta dystin. Men aftur í dag vísa leikararnir, at teir eru kropsliga væl fyri, og tað sást ikki á teimum, at teir eisini spældu ein strævnan dyst í gjár (hósdagin). Hóast onkur leiklig avrik vóru framúr, so vilja vit kortini ikki framhevja nakran, tí fyrst og fremst var talan um eitt gott liðavrik av okkara leikarum, søgdu venjararnir eftir dystin.

Seinasti dystur hjá føroyska U17-liðnum verður sunnudagin, tá Føroyar og Norður Írland møtast.

Liðið ímóti Wales: Símun Jóhan Wolles, Mikkjal á Bergi, Bartal Wardum, Høgni E. Nielsen, Jóhan Waag Høgnesen (Levi Jøkladal, 17. min.), Ari Krosslá Poulsen (Teit Jacobsen, 65. min.), Rói Olsen, Betuel Hansen (liðs.), Meinhard Olsen, Jan á Høgaryggi og Jákup Ludvig Thomsen

Óbrúktir leikarar: Hjalti Strømsten, Jann Benjaminsen, Hilmar Leon Jakobsen, Óla Kristian Jacobsen og Petur Knudsen.