U17-landsliðið við dreingjum skal komandi ár til EM-undankapping í Írlandi, meðan U19-liðið skal til EM-undankapping í Norðurírlandi
– Vit eru komnir í ein sera áhugaverdan bólk til næstu EM-undankapping, har vit als ikki eru uttan møguleikar, so tað verður ein spennandi avbjóðing, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari.
Lutakastið, í samband við EM-undankappingarnar komandi ár hjá yngru landsliðunum við dreingjum, hevur verið í Nyon í Sveis í dag.
Føroyska U17-landsliðið kom í bólk A, saman við Skotlandi, Írlandi og Gibraltar. Kappingin verður spæld í Írlandi frá 22. til 27. september 2014.
Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari, er sera spentur til komandi landsliðsár, við trimum kappingum í ávikavist Norðurírlandi, Danmark og Írlandi.
– Fyrsta avbjóðingin verður í apríl, tá U17-liðið skal til 4-landakapping í Norðurírlandi, har Wales og Ísland eisini luttaka, og í august verður árliga Norðurlandameistarakappingin, ið Danmark verður vertur fyri. Báðar hesar kappingar eru partar í fyrireikingunum til EM-undankappingina í Írlandi, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari í stuttari viðmerking.
Komandi ár fara danir at hátíðarhalda 125 ára stovningardagin hjá danska fótbóltssambandinum, DBU, og í hesum sambandi verður gjørt nógv burtur úr NM-kappingini fyri U17-landslið, sum á hvørjum ári er millum Føroyar, Ísland, Danmark, Finnland, Svøríki, Norra og Ongland, ið luttekur sum gestaland.
U19 til Norðurírland
Fyri føroyska U19-landsliðið háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar kom í bólk F saman við Norðurírlandi, Russlandi og Kekkia.
Norðurírar verða vertir fyri kappingini, sum verður frá 9. til 14. oktober komandi ár.