Lutakast um hvussu U17 og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla í næstu EM-undankapping, hevur verið í dag
Eftir lutakast í Nyon í Sveis tíðliga í morgun, er nú greitt, hvørjum londum føroysku U17 og U19-landsliðini við dreingjum skulu spæla ímóti til næstu EM-undankapping, sum verður komandi ár.

U17 til Georgia
Hjá U17-landsliðnum háttaði lutakastið seg soleiðis, at føroysku dreingirnir komu í bólk saman við Hollandi, San Marino og Georgia, sum verður vertur fyri undankappingini.
Dystirnar verða spældir í døgunum frá 17. til 22. oktober.

U19 til Montenegro
Lutakastið hjá U19-landsliðnum gjørdist, at Føroyar komu í bólk saman við Turkalandi, Montenegro og Makedonia.
EM-undankappingin hjá føroyska U19-liðnum verður spæld í Makedonia, í døgunum 6. til 11. september 2013.