Tíggju sekund gjørdust avgerandi, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum tapti 2-1 fyri Svøríki í NM-kappingini, sum í hesum døgum verður hildin í Helsinki í Finnlandi
Sviar avgjørdu dystin til egnan fyrimun í 78. minutti. Men tíggju sekund undan avgerandi svenska málinum, kundi tað eins væl verið føroyska liðið, ið legði seg á odda, tá Gundur E. Petersen, ið til dagliga spælir við Valur í Íslandi, kom at standa væl fyri og fekk bóltin framvið svenska málverjanum. Men á sjálvari málstrikuni fekk svenskur verjuleikari sparkað bóltin burtur.

Sviar gjørdu síðani skjótt av, tá teir fóru í mótálop, og fá sekund seinni lá bólturin í føroyska málinum, og so var ístaðin 2-1 til Svøríki.

Dysturin var annars javnur, og einki mál kom í fyrra hálvleiki, hóast liðini høvdu hvør sín stóra møguleika. Tíðliga í seinna hálvleiki legði Føroyar seg á odda. Eitt skot frá Hanusi Sørensen varð bjargað, men Steffan Løkin var fyrstur á leysa bóltinum. 1-0 til Føroyar.

Sviar løgdu eftir hetta stórt trýst á føroyska málið, men við góðum verju- og málmansspæli stríddust okkara manniliga. Kortini eydnaðist Svøríki at javna tá góðir tíggju minuttir vóru eftir at spæla.

Føroysku dreingirnir mistu ikki mótið, og gjørdu alt fyri at fáa avgerandi málið, men tá avtornaði vóru tað tíverri sviar, ið hesaferð fóru avstað við øllum.

Næsti dystur hjá okkara dreingjum í NM-kappingini í Finnlandi verður fríggjadagin, tá grannarnir úr Íslandi standa á hinari hálvuni. Sunnudagin verður síðsti dystur í bólkaspælinum spældur, og tá er mótstøðuliðið Montenegro, ið luttekur sum gestaland.

Føroyar: Bárður á Reynatrøð, Sjúrður Pauli Nielsen, Gundur E. Petersen, Asbjørn Heðinsson, Fróði P. Rasmussen, Dann Fróðason, Hanus Sørensen, Sølvi Sigvardsen, Lukas G. Giessing, Steffan Løkin og Jógvan Petersen.

Inn komu: Sveinur Lava Olsen, Filip í Liða, Elias Moustage og Pól Jákup Lundsbjerg.