Jón Pauli Olsen og Bára S. Klakstein hava úttikið U17-landsliðið við gentum, ið skal til fýralanda-kapping í Wales frá 14. til 20. apríl
Í døgunum 14. til 20. apríl skal føroyska U17-landsliðið við gentum taka lut í fýralanda-kapping í Wales.
Talan er um eina minikapping, sum UEFA skipar fyri.
Umframt Føroyar og vertstjóðina Wales, verða Ísland og Norður Írland eisini við í kappingini, sum verður spæld í Swansea í Wales.
Í hesum sambandi hava Jón Pauli Olsen og Bára S. Klakstein, landsliðsvenjarar, úttikið hesar 18 leikararnar:
Annika M. Arge, Hervør Olsen, Gudny Johannesen og Jansy Jacobsen, KÍ
Silja R. Róin, Elisabeth Vang og Guðrið Thomsen, B36
Durita Hummeland og Kára Djurhuus, EB/Streymur
Annika Dam, Lív Arge og Milja R. Simonsen, HB
Hjørdis Rasmusardóttir, Arnborg Lervig, Sigrun T. Magnussen og Bjørt Holm, Víkingur
Jónvá Hentze og Ása á Reynatúgvu, B71